Hósdagin verður móttøka á Skipasmiðjuni á Skála í samband við, at byggingin byrjar. Mánadagin koma 25 póllendingar. Í gjár komu tríggir póllendingar til landið. Bilførarin, arbeiðsformaðurin og kokkurin. Teir 25 póllendingarnir fara heim aftur á jólum, og aftaná nýggjár koma 50 póllendingar til Føroya. Teir búgva allir í hotellskipinum Explorer. Teir skulu arbeiða 20 tímar um dagin í skiftivaktum, soleiðis at tað vera tvey arbeiðstoymi. Í frítíðini sleppa teir millum annað niðan í høllina ella á vøllin.










