Móttøka í Grønlandi

Team 85, sum nú er partur av Nema-samtakinum, er nú liðugt við umbyggingina av virkisbygninginum úti í Grønlandi. Tað er har, sum Snikkaravirkið fyrr helt til. Hósdagin millum 15 og 17 verður móttøka, har viðskiftafólk og onnur áhugað hava høvi at síggja nýggju hølini. Umframt tónleik og okkurt leskiligt verður høvið eisini nýtt til at avdúka nýggja samleikan hjá fyritøkuni.