U18 hondbóltslandsliðið hjá monnum, ið vann bronsu í EM kapping í Bulgaria herfyri, kemur aftur til landið kl. 20 í kvøld.
Í tí sambandið skipar HSF fyri eini móttøku á fløgvøllinum, har ið ein samkoma verður hildin og umboð frá HSF er at hava eitt orð.
Tað er eitt bragd, at okkara menn kláraðu at knógva stórum tjóðum og vinna bronsu. 11 lond luttóku í kappingini og Føroyar endaði nummar tvey í sínum innleiðandi bólki og spældu ímóti nummar tvey hinum bólkinum um bronsuna. Nummar tvey í hinum bólkinum gjørdist Makedonia, ið er ein lutfalsliga stór hondbóltstjóð.
Føroyar vunnu dystin ímóti Makedonia 33-32 eftir brotsskastkapping. Vanligi dysturin endaði 29-29.