Móttøka fyri svimjarum í SMS

Móttøkan verður klokkan 10:30, og svimjisambandið vónar, at so nógv sum gjørligt møta til tess at heiðra framúr avrikini hjá svimjarunum í Budapest.

 

Svimjararnir við Páli Joensen á odda fingu sera gott úrslit. Fleiri siga, at avrikið hjá Pál Joensen at vinna silvur á 1500 metrum er besta føroyska ítróttarbragd nakrantíð.