Móttøka fyri Sverra á 75 ára degnum

Í samband við, at Sverre Midjord í gjár, 2. apríl, fylti 75 ár, varð skipað fyri móttøku í høllini í Trongisvági Tað var fitt av fólki samankomið í høllini í Trongisvági at heiðra Sverra Midjord, tá skipað varð fyri stásiligari móttøku í samband við, at tvørámaðurin, politikarin og ítróttarmaðurin Sverre Midjord fylti 75 ár 2. apríl 2008.

Ein legði til merkis, at við Smyrli vóru komin fleiri at heiðra Sverra, ið kend eru av politiska pallinum, bæði nú og fyrr. Núverandi og fyrrverandi løgtingsmenn, løgmaður, lands- og kommunalpolitikarar, vinir og kenningar og tvøráfólk og suðuroyingar annars savnaðust hesa løtuna.

Tónleikararnir Hentzar Hammer og Terji Nielsen spældu hugnatónleik og John Danielsen, kendur valari, eins og Sverre, sang nøkur løg. Tvøroyrar Hornorkestur setti eisini dám á við góðum hornblástri, og serliga væl ljómað ein samanseting av TB-sanginum og Tvørásanginum. Børn í frítíðarskúlanum á Tvøroyri sungu eisini fyri Sverra.

Mangar røður vóru hildnar og felagsangur var, ið vágsskaldið NePtuN hevði sett saman til løtuna.

Sverre er kendur sum undangongumaður innan ítrótt og sum lands- og kommunalpoitikari í útvið 50 ár. Hann var borgarstjóri á Tvøroyri í 18 ár.

Í høllini hevði Sverre fingið sær søguligan stól at sita á, nevniliga sessin úr løgtinginum, sum hann sat á sum tingmaður í sjeytiárunum, og sum eittnú Petur Mohr Dam eisini hevur sitið á.

At móttøkan var í høllini í Trongisvági er helst hóskandi, tí eisini her átti Sverre sín stóra lut í, at høll og skúli gjørdust veruleiki.