Nú Seglloftið á Tvøroyri verður tikið í brúk, verður almenn móttøka fríggjadagin 15.00 - 18.00 Seglloftið á havnarlagnum á Tvøroyri er nýstovnað felag, sum hevur til húsa í tveimum gomlum pakkhúsum hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri. Segllofts- og bakaríbygningurin og Pakkhús nr. 4 eru nú um at vera liðugt umvæld til Ungdóms- og mentanarvirksemi. Ungdómshúsið, sum longu er farið undir virksemið sítt, hevur fingið heitið Pakkhús 4.
Á almennu móttøkuni, sum verður fríggjadagin 16. mai 2008 millum kl. 15.00-18.00, verður høvi at síggja øll hølini, og Tvøroyrar Hornorkestur og Froðbiar Sóknar Blues Orkestur fara at undirhalda.
Bygningarnir hjá T.F.Thomsen A/S eru frá tíðini hjá kongaliga einahandlinum 1836-56 og hava verið í somu familju síðani 1856, tá Føroyar fingu fríhandil.
- Øll eindin eftir kgl. handlinum á Tvøroyri er varðveidd, og nú resta bert 2 pakkhús til at gera alla eindina klára til nýggjan mentanardepil í Suðuroy, sigur Anna Kirstin Thomsen stigtakari, sum saman við beiggjanum Thomas, eigur og rekur fyritøkuna.