Móttøka fyri Romica

Flogbóltur: Mikukvøldið beyð Fleyr til móttøku í Fleyrhølunum í Gundadalshøllini í sambandi við, at nýggi venjarin er komin til landið

Mikukvøldið var móttøka í Fleyrhølunum í Gundadalshøllini. Orsøkin var, at tann 31 ára gamli nýggi venjarin hjá Fleyr, rumenin Pascu Romica var komin til landið. Nevndin vildi við hesum geva limum og øðrum høvi at hitta venjarin beinanvegin, og tað høvi nýttu ein rúgva av limunum í felagnum.

Men tað var ein sjónliga troyttur Romica, sum høviskliga segði góðan dag, og á enskum royndi at tosa við tey, sum hildu seg framat. Ferðin hjá honum úr Rumenia hevur verið drúgv. Fyrst í tokið til Bukarest, og síðani í flogfari til Keypmannahavnar áðrenn leiðin lá til Føroya.

Pascu Romica er ikki hvør sum helst, tí hóast farin um tey tríati, so er hann í besta flogbóltsaldri.

Hann hevur spælt við U18 og við U21 landsliðunum hjá rumenum, og umframt tað hevur hann eisini verið við á Champions League liðnum hjá Steaua Bucarest. So tað er ikki eiti á styrkur, sum besta lið hjá Fleyr monnunum fær.

Romica hevur eftir tí, sum vit hava skilt tey seinastu tvey árini spælt sum miðblokkur. Annars spældi hann áðrenn tað sum hevari. Spurningurin er so bara hvar hann í fyrsta umfari velur at brúka seg sjálvan.

Kvinnurnar eru harafturímóti fróðar og glaðar um, at tær nú fáa ein venjara. Síðani Niclas Joensen gavst eftir seinasta kappingarár, hava kvinnurnar ongan venjara havt, og tað er ein óhaldbar støða tá liðið skal royna at fáa meistaraheitið frá Mjølnir.

Hvussu tað fer at gangast verður spennandi at síggja, tí bæði feløgini hava nú fingið sær útlendskan venjara eins og TB eisini hevur tað.