Móttøka fyri Pál ?Gull? Joensen í Vági í kvøld

Føroyar fingu í posa og sekk á Norðurlendsku Junior Meistaraheits kappingini, ið varð hildin í Havn í vikuskiftinum.

 

Væntað var at Pál fór at standa seg væl, men at tað skuldi gangast honum so væl, tordi ein ikki at vænta.

 

Pál Joensen og Kári Jóannesarsson á Høvdanum vunnu Føroyum 3 gull, 1 silvur og 1 bronsu heiðursmerki, og hetta er so nógvar ferðir tað besta úrslitið, Føroyar, nakrantíð hava fingið.

 

Tey 3 gullmerkini vann Pál, meðan Kári vann okkum silvur og bronsu.

 

Tá Smyril kemur suður í kvøld klokkan 22:00 í kvøld, væntar venjaranum Jón Bjarnasyni og Páli ?Gull? Joensen ein glæsilig móttøka.

Tá so ferðalagið er komið til Vágs, hevur Vágs Kommuna skipað fyri móttøku í húsinum á Marknoyri, t.e. har Pretty Payal helt til.

 

Móttøkan á Marknoyri sigst byrja umleið klokkan 22. Men hetta verður sagt við fyrivarni.