Móttøka er í dag í Heilsumálaráðnum fyri nýggja landsstýrismanninum í heilsumálum, John Johannesen. Fult av fólki kom í Heilsumálaráðið klokkan trý í dag, tá móttøka var fyri nýggja landsstýrismanninum í heilsumálum, John Johannesen.
Poul Geert Hansen, deildarstjóri, bjóðaði John Johannesen vælkomnum, áðrenn nýggi landsstýrismaðurin segði nøkur orð.
John Johannesen lovaði at halda fram á somu kós sum undangongumaðurin, Aksel V. Johannesen, hevði stungið út í kortið.
Møtt vóru bæði løgmaður, landsstýrisfólk, politikarar, starvsfólk í Heilsumálaráðnum, umframt vinir, kenningar og onnur ? umframt okkurt einstakt fjølmiðlakort.
Móttøkan er millum 15 og 17.