Móttøka fyri Jens Jacobsen, yvirportøri

Fríggjadagin 24. august var móttøka á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í sambandi við at Jens Jacobsen yvirportørur fór frá, nú hann blivin 67 ára gamal.

Jens byrjaði sum arbeiðsmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 1959 í sambandi við at sjúkrahúsið skuldi umbyggjast. Seinni sama ár byrjaði hann sum portørur.
1. oktober 1982 fekk hann starvið sum yvirportørur og fríggjadagin 15. august hevði hann sín seinasta arbeidsdag eftir at hava starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 44 ár.
Tvey tíðarskeið hevur hann tó verið burturfrá hesum arbeiði. Í 1978 arbeiddi hann í hálvt ár sum portørur á sjúkrahúsinum í Herlev og seinni aftur, í 1995-96, arbeiddi hann aftur á sjúkrahúsinum í Herlev sum portørur.
Á móttøkuni hendan dagin vórðu talur hildnar av t.d. Hera Ellingsgaard, umsjónarmanni, Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu, Helenu Pætursdóttir, leiðara á skurðgongini og Honnu Adam, deildarleiðara á Niðristovu.
Tey takkaðu Jens Jacobsen fyri sera gott samstarv hesi mongu árini, hann hevði starvast á sjúkrahúsinum.