Jens Erik hevur verið partur av FSF-nevndini, síðani felagsskapurin varð settur á stovn í 1979, men hann hevur boðað frá, at hann nú fer at takka fyri seg í hesum høpi.
Jens Erik er tann seinasti av upprunaligu nevndarlimunum, sum leggur frá sær, og eftir trúgvu og dyggu tænastuna hevur FSF boðað frá, at móttøka verður skipað eftir aðalfundin. Hendan verður eisini í FSF-húsinum, og verður roknað við, at hendan byrjar umleið kl. 13.










