Móttøka fyri HB

Býráðið í Havn skipar fyri móttøka í gamla kommunuskúlagarðinum leygarkvøldið klokkan 20

Tað verða óivað nógv viðhaldsfólk hjá HB, sum leygardagin fara inn til Runavíkar, har NSÍ og HB hittast á vøllinum við Løkin í seinasta leikumfarinum í ár. Sjálvt um HB longu er føroyameistari í 1. deild hjá monnum, er lagt upp til ein spennandi dyst.
Í fyrra landskappingardystinum í ár í Gundadali vann HB tepurt 1-0. Liðini spældu seg eisini í finaluni um løgmanssteypið, sum var á Tórsvølli ólavsøkudag. Tann dysturin endaði, sum vit minnast 3-1 til HB.
Eftir at føroyameistararnir í 1. deild 2004 eru komnir aftur til Havnar um átta tíðina leygarkvøldið, verður skipað fyri móttøku í gamla kommunuskúlagarðinum, har býráðsformaðurin, Jan Christiansen, fer at flyta fram røðu. Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, ætlar sær somuleiðis at siga nøkur orð. Men ikki nokk við tí. Fyrr í ár vann HB Atlantic Cup 2004 ímóti íslendsku meistarunum KR við trimum málum móti einum. Umboð fyri Fótbóltssambandið fara á móttøkuni leygarkvøldið at handa steyp og gullheiðursmerkir til HB liðið fyri hetta bragd.
Fyri at seta ein hátíðarligan dám á móttøkuna, hevur Havnar Hornorkestur, sum ikki einaferð, játtað at spæla.