Tey hava framt bragdini í Ungarn og í dag slapp føroya fólk at heiðra teimum fyri teirra avrik. Fyrst á pallin var Turid Kjærbo, sum umframt at verða fysioterapeut hjá Pál, eisini er mamma Pál. Síðani koma Rókur í Jákupsstovu, næstformaður í svimjusambandinum, Jón Bjarnason, venjari hjá Pál. Eftir teir koma so teir báðir, sum hava framt brøgdini í Budapest í Ungarn, Pauli Øssurson Mohr og Pál Joensen.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, og Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, hildu røðu. Pál Joensen tókist verða í góðum lag og gav sær góðar stundir til fjølmiðlarnir. Tá tað nærkaðist middegi fór ferðalagið víðari at heilsa uppá Løgmann.
Til tey matligu var ein køka gjørd, sum var forma sum ein svimjihylur. Jon Hestoy, formaður í svimjisambandinum, skemtaði við at køkan also ikki var 50 metrar til longdar.