Móttøka

Hetta dragandi, lokkandi gandakenda orðið, sum sæst í bløðunum við jøvnum millumbilum. Hetta orðið, sum knappliga fær so ómetaliga stóran týdning.

 

"Móttøka verður millum 15.00 og 17.00 fyri samstarvsfeløgum, viðskiftafólki, vinum og øðrum". Inni á elektroniska kalendaranum stendur gandorðið og blunkar. Gott at verða mintur á eitt so álvarsligt mál. So snildisliga er skipað fyri, at kalendarin aftur og aftur sigur" Minst til móttøku í dag". Snilt, Snilt. Dugi ikki at ímynda mær, at bíðað verður so leingi, so kalendarin av sínum eintingum skiftir boðskap: "Tú mundi gloymt móttøkuna". Ikki, tá tað snýr seg um gandaorðið. Hugsi eina løtu um, hvørji tey eru, sum koma undir hesa so vælsignaðu kategori og so trúliga møta, tá kalendarin kallar.

Besti Armani ella Boss klædningurin verður kekkaður kvøldið fyri. Hondseymaðu Gucci skógvarnir verða pussaðir, og skjúrtan er nýstrokin og so broyskin sum eitt nýbakað rundstykki frá Frants, so har er eingin trupulleiki. Slipsið verður valt við nógvum umhugsni - fleiri verða tikin fram og løgd á bringuna, áðrenn tað sera týðandi slipsastigið verður tikið. Jú, tað bleiv tað gull/bláa ríputa silkislipsið frá Cardin hesaferð. Umráðandi er ikki at møta í sama slipsi sum til seinastu móttøku. Og ikki at gloyma Calvin Klein boksarashortsini. Jú, tey eru eisini nýstrokin! Alt er sum tað eigur at vera.

Stóð og eygleiddi eitt slíkt tiltak nú ein dagin. Átti kanska at verið farin inn sjálv - eg var eisini eitt slag av samstarvsfelaga, og mín sann, um eg ikki eisini var fyrrverandi granni og skyldfólk hjá ánaranum. Kriteriini vóru so avgjørt í lagi, men hinvegin, so helt eg ikki, at mínir sóljugulu Viking gummistivlar (teir til gott) og fjøsuta, dálkaða joggingsettið, eg var í henda fríggjadagin, hevði ordiliga gjørt seg millum allar hasar øgiliga fínu og hugfarsligu garparnar, sum tyrptust heilt út í tún. Nei, nei. Tað fór aldri at ganga.

Grundaði eisini djúpt um, hvar konurnar og børnini hjá øllum hesum álvarsligu, skundmiklu yvirfrakkakløddu monnunum vóru. Kom heilt skjótt til eina logiska niðurstøðu. Tær vóru sjálvandi í SMS, eftir at tær høvdu heintað tey smáu í vøggustovum/ barnagørðum/skúlum! Fríggjadagur var, (hvussu ber tað til, at móttøkur altíð eru fríggjadagar?) og hvat var meira praktiskt, enn at gera alt um eina leið? Konan fór til handils at gera tað heilt stóra fríggjadagsinnkeypið við børnunum, og garpurin, ja, hann fór til móttøku.

Ein lítlan tíma aftaná hava tey hitst aftur á parkeringsøkinum. At øll hillin við Smarties fór út eftir gólvinum, og at dreingirnir skutu til máls við víndrúum, so eitt heilt víndrúutyssi endaði á høvdinum á einari eldri konu, og at tann 5 ára gamla dótturin ikki vildi sleppa einari eskju við MARS og til seinast setti seg á eskjuna, tað eru jú bara slíkt, ið kann henda, tá ein er til handils. Einki at tosa um. Tað hendir alla tíðina. Á ja. Í næstu viku er kanska aftur ein móttøka. Livst so spyrst. Vit síggast! (til móttøku).