Vit í Javna gleðast um, at landsstýriskvinnan í almannamálum hevur boðað frá, at 32 bústaðir, ætlaðir fólki við menningartarni, skulu byggjast og standa klárir í 2013.
Javni vil gera sítt til, at byggingin verður væleydnað. Tí byggingin skal helst føra til bústaðir, sum øll kunnu vera nøgd við, eisini um 50 ár. Tí meta vit, at tað er av alstórum týdningi, at brúkarin og harvið Javni beinanvegin verða tikin við upp á ráð.
Samstundis, sum at bygt verður nýtt, eiga vit at hava í huga, at fólk við menningartarni hava serligan tørv, soleiðis, at tey í størri ella minni mun tørva tænastu inn í heimið. Men hvussu ynskja tey at fáa hesa tænastuna og frá hvørjum?
Til at fáa boð uppá hvussu áðurnevndu spurningar kunna svarast verður skipað fyri ráðstevnuni.
Innihaldið fer at snúgva seg um 1) hvussu vit byggja bústaðir, soleiðis at karmarnir fyri trivnaði og menning hjá húsfólkinum eru teir bestu. Og 2) hvussu skipa vit tænastuna í heiminum við atliti at trivnaði og menning hjá húsfólkinum og soleiðis, at lívsgóðskan er í hásæti?
Vit eru í ferð við at leggja eina sera spennandi skrá við dugnaligum fólki her av landi umframt góðum kreftum úr okkara grannalondum. Nevnast kunnu Jan Tøssebro, professari í sosiologi úr Noregi og Fríðrik Sigurðson, aðalskrivari úr Throskahjálp úr Íslandi.
Ráðstevnan er ætlað fólki við menningartarni, avvarðandi, leiðslu og starvsfólki, politikarum, byggiharrum, arkitektum, verkfrøðingum og annars øllum við áhuga.
Tilmelding kann gerast við at gjalda 250 kr. á konto 6460 153.962.2 – viðmerkið navn á luttakara og “luttøkugjald til ráðstevnu”.
Møtið fjølment