Mótstríðandi veljarakanningar

Torført er at spáa um úrslitið av fólkaatkvøðuni í Bretland 23. juni.

23. juni er ein lagnudagur í bretskari søgu, tá bretar skulu í valhølini, og velja um tey ynskja at vera verandi í ES ella rýma úr samstarvinum.


Stórur spenningur er knýttur at úrslitinum, og veljarakanningar verða gjørdar í heilum fyri at geva eina hóming um hvat endaliga úrslitið verður.


Tað tykist tó ikki at minka um spenningin, tí í flest øllum veljarakanningum er báðar síðurnar óvanliga javnar, og tað er ikki óvanligt, at veljarakanningar geva hvør sítt úrslit.


Sum í dag, tá Reuters tíðindastovan skrivar um tvær ymiskar veljarakanningar við tveimum ymiskum úrslitum.


Fyrra veljarakanningin, gjørd av ICM, vísir, at 45 prosent av bretum ynskja at fara úr ES, meðan 44 prosent ynskja at vera verandi í ES. Tá eru veljarar, ið ikki hava tikið eina støðu, ikki tald við.


Sammett við eina líknandi kanning hjá ICM í síðstu viku, so er einasta broytingin, at tey, ið ynskja at fara úr ES, eru minkað úr 46 prosent til 45 prosent.


Seinna veljarakanningin, gjørd av TNS, vísir, at 39 prosent av bretum ynskja at vera verandi í ES, meðan 36 ynskja ynskja at Bretland meldar seg úr ES.


Seinasta kanningin hjá TNS vísti, at 38 prosent av bretum ynsktu at vera verandi í ES, meðan 34 prosent ynsktu at melda seg úr.


Tá hædd so eisini verður tikin fyri óvissuni, ið er í øllum slíkum kanningum, so er veruleikin helst tann, at kanningarnar kunnu ikki brúkast til stórt meira enn at staðfesta, at eingin hevur eitt kvalifisera boð um hvat úrslitið verður 23. juni.