Mótstríðandi áhugamálini í ABC mugu broytast til felags áhugamál í CEDH

Og hetta letur seg einans gera í eini komandi samgongu, ið hevur fólksins vælferð og trivnað fyri eyga, og sum setur og heldur fasta kós móti málinum.?Hetta eiga CDE og H at gera, og fyrireikingarnar eiga teir at leggja upp til skjótast til ber, soleiðis at tað gerst ein sjálvfylgja, at teir eftir næsta val gera samgongu.?

Tað er ikki til at skilja, at Javnaðarflokkurin blívur við at samstarva við Fólkaflokkin, tí Fólkaflokkurin varð stovnaður fyri at knúsa Javnaðarflokkin, og tað hann upprunaliga stóð fyri, og honum hevur eydnast at knúsa hugsjónirnar, meðan flokkurin higartil hevur fingið loyvi at liva sum eitt hím og sum ein skuggi av sær sjálvum, tí í dagligdegnum sær tað út sum um, at pláss í stjórnini hevur verið nøktandi hjá javnaðartingfólkunum fyri at fara í samgongusamstarv. Javnaðarhugsjónirnar hava nærum ikki verið til at fáa eyga á. Fyri tað kundu teir sitið í andstøðu ella heima við hús.?Og tað er komið so langt, at Jóannes hevur gjørt fascistaleiðarans - Benito Mussolini - orð um, at stættastríðið er av, til síni, og í tí sambandinum, so skilji eg, at hann kann samstarva við ein høgraradikalan, kryptofacsistiskan, kapitalistiskan yvirklassaflokk, ið - hóast mong orð - einans hevur havt og framvegis hevur eitt mál fyri eygað dag og nátt, og tað er at nøra seg og síni fíggjarliga og í starvssetanarhøpi. Alt annað er lótur og orðavavstur fyri at leiða uppmærksomheitina frá teimum aktuellu ránunum, teir eru í ferð við at fremja til eina og hvørja tíð. Teirra lótur á frælsisleið eru væl avdúkaðar bæði í - 46 og aftur - eg haldi tað var í 2002, so vil mann frælsi í fíggjarligum høpi fyri hin einstaka ella fyri landið sum heild, so eigur mann at halda seg so langt sum væl møguligt frá hesum flokki.?Tað var tann tíð, tá Sambandsflokkurin hýsti sosialliberalum politikarum, sum vildu vera við til at fremja nøkur munagóð stig fólki og landi at frama, men tað sær út til at vera ein farin tíð, og flokkurin er vorðin ein konservativur flokkur, sum livir við kunstigum andadrátti upp á lánta tíð við stuðli úr teirra sjálvvalda móðurlandi vælvitandi, at skeið teirra er runnið, tann dagin nalvastongurin verður kliptur, og at tað helst fer at vera innan fyri tey komandi 10 til 15 árini. Men hetta fer ongin flokkur at avgera, tí tað er og verður einans fólkið, sum kann taka nevndu avgerð, og soleiðis eigur tað altíð at vera: Við fólkinum, fyri fólkið og saman við fólkinum fyri føðilandinum nú og forever.?Eisini tí er tað alneyðugt at saðla um, og at stríðast dag og nátt saman við fólkinum, so kósin kann vera sett soleiðis, at hon í mest møguligan mun gagnar fólki og landi - ikki bara í dag, men eisini inn í eina ókenda framtíð.?CDEH og vit mongu, ið vilja tað besta fyri land og fólk og ikki bert fyri okkum sjálvi, mugu taka lógvatak saman, seta kós móti javnrættindum, brøðralagi og frælsi.?Standa vit framhaldandi - ein og ein - í skeivum flokki og samstarvi, verða vit útnyttað og feld.?Bert saman standa vit sterk og kunnu røkka málum, ið vit higartil hava hildið vera ómøgulig at náa. Latum okkum gera tað.