Mótstøðuliðini í Nations League fyrireika seg væl

Aserbadjan, Malta og Kosovo spæla venjingar-landsdystir komandi dagarnar sum fyrireiking til Nations League

Líkt er til, at Kosovo, Malta og Aserbadjan taka dystirnar sína millum í Nations League, og dystirnar ímóti Føroyum í Nations League komandi heyst í størsta álvara.

 

Bæði Kosovo, Malta og Aserbadjan spæla venjingar-landsdystir komandi dagarnar sum fyrireiking til teir seks dystirnar sum verða í okkara bólki í september, oktober og november. Bólkavinnarin sleppur víðari til hálvfinaluna, og vinnararnir av hálvfinalunum spæla eina finalu um at sleppa við til EM-endaspælið í 2020.

 

Í annaðkvøld spælir Aserbadjan dyst á heimavølli ímóti Kirgistan. 5. juni spælir Aserbadjan á útivølli ímóti Kasakstan, og 9. juni spælir Aserbadjan á útivølli ímóti Lettlandi. 

 

Í annaðkvøld spælir Kosovo ímóti Albania á útivølli, og 3. juni spælir Kosovo á heimavølli ímóti Fílabeinsstrondini. 

 

Malta fyrireikar seg eisini til Nations League í hesum døgum. Í annaðkvøld spælir Malta á útivølli ímóti Armenia. 1. juni spælir Malta á heimavølli ímóti Georgia, og 4. juni spælir Malta á útivølli ímóti Moldova.

 

Fjórða liðið í bólki 3 í 4. deild í Nations League eru Føroyar, ið ikki spælir nakran landsdyst fyrrenn liðið spælir fyrsta dystin í bólki 3 í Nations League, ið er á heimavølli ímóti Malta. Tann dysturin verður á Tórsvølli 7. september. 

 

Skráin hjá Føroyum í Nations League 4. deild, bólki 3: 

Fríggjadagin 7/9: Føroyar - Malta
Mánadagin 10/9: Kosovo - Føroyar

Hósdagin 11/10: Føroyar - Aserbadjan
Sunnudagin 14/10: Føroyar - Kosovo

Leygardagin 17/11: Aserbadjan - Føroyar
Týsdagin 20/11: Malta - Føroyar