Mótstøðuliðini funnin

Í farnu viku varð lutur kastaður um, hvussu kvinnulandsliðini í fótbólti skulu dystast á oyggjaleikunum

 

Oyggjaleikir


Føroysku fótbóltsgenturnar hava í eina tíð fyrireika seg til komandi oyggjaleikir, har tær fyri fyrstu ferð skulu royna seg í summar, og nú er eisini greitt, hvørji mótstøðuliðini í fyrsta umfari verða.

Føroyar komu í bólk 2 í kappingini, har hini liðini eru Isle of Man, Ynos Mon og Cayman oyggjarnar. Liðini í bólki 1 eru Isle of Wight, Gotland, Jersey, Áland og Guernsey.

Enn er ikki gjørt av, hvussu liðini dystast móti hvørjum øðrum í bólkaspælinum, men er hetta upp til einstøku londini at avgreiða innanhýsis.


Lítil kunnleiki

Venjari hjá føroyska landsliðnum er Álvur Hansen, og hann ásannar eisini, at kunnleikin til mótstøðuliðini er ógvuliga avmarkaður.

Heilt á berum stendur hann tó ikki, tí tær ferðirnar, sum hann hevur verið kvinnunum í Bretlandi, hevur hann fingið samband við ein universitetslærara, sum er at kalla serfrøðingur innan kvinnufótbólt.

Álvur sigur, at teir báðir síðani hava hildið sambandið við líka, og millum annað hevur bretin fingið upplýsingar, tá okkurt hevur verið á skránni her heima, og Álvur hevur eisini áður fingið góða nyttu burtur úr hesum samstarvi. Millum annað hevur lærarin fingið til vega sjónbond av mótstøðuliðum hjá Føroyum, og Álvur vónar, at okkurt líkandi kann koma upp á tal, nú avbjóðingin á oyggjaleikunum stendur fyri framman.