Alt farna kappingarár spældi HB bert ein javnleik í Betrideildini. Nú hevur liðið longu spælt tveir javnleikir ímóti sterkum mótstøðuliðum. Í dag gjørdist talan um javnleik 1-1 á heimavølli ímóti NSÍ.
HB-NSÍ 1-1 (0-1)
0-1 Petur Knudsen (6.)
1-1 Pætur Petersen (57.)
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Trónd Arge siga frá báðum málunum sum komu í dystinum.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Rasmus Nolsøe, hjálparvenjara hjá HB, ið heldur, at mótstøðuliðini eru betri fyrireikað uppá HB í ár, og givið er eisini, at liðini eru ógvuliga motiveraði tá tey møta verandi FM-vinnarunum.
3) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við Jens Martin Knudsen, hjálparvenjara hjá NSÍ, ið heldur, at teir í Runavík vístu í dag, at teir kunnu verða við í oddastríðnum. Jens Martin staðfestir, at tað var talan um ein ordans mannfólkadyst har farið var til makrónirnar.