Mótstøðuliðið hjá KÍ er lent

Fyri lítlari løtu síðani lendi SAS flogfarið úr Keypmannahavn, sum mótstøðuliðið hjá KÍ, Zalgiris Vilnius, er við í.

 

Litaviska liðið skuldi koma til Føroya í gjár og spæla fyrra dystin móti KÍ í Gundadali í kvøld, men tá avlýsti SAS túrin. Í gjárkvøldið samdust KÍ og UEFA um at flyta dystin til í annaðkvøld klokkan 17, eisini á ovara vølli.

 

Í dag viðraði betur og flogfarið hjá SAS hevur sett seg í Vágum.

 

UEFA ætlaði annars at flyta dystin yvir á Tórsvøll, orsaka av at B36 skal spæla á ovara vølli hósdagin móti OFK Titograd. Hesum hóvaði KÍ lítið og tað eydnaðist teimum at sannføra UEFA um, at rætta loysnin var at spæla dystin á ovara vølli kortini.

 

Dysturin verður tí á ovara vølli í Gundadali klokkan 17 í annaðkvøld.