Mótstøðufólk fáa munnkurv

Helvtin av svenska fólkinum er ímóti at skifta krónuna við evruna, og Gøran Persson, forsætisráðharri gevur nú sínum egna mótstøðufólki munnkurv

Tann 14. september skulu sviar á fólkaatkvøðu um at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna, men meiningakanningar í seinastuni hava víst, at helmingurin av veljarunum vilja ikki hava evruna.
Hjá Gøran Persson, forsætisráðharra er tað tí umráðandi, at hansara egni flokkur tosar við einari tungu í hesum máli, tí eingin skal vera í iva um støðuna hjá stjórnarflokkinum. Minst fimm av ráðharrum floksins hava alment sagt, at teir eru ímóti evruni, men nú hevur forsætisráðharrin sett teimum forboð fyri at útala seg. Tey misnøgdu skulu stutt sagt tiga, eru boðini.
Boðini frá floksformanninum eru beinleiðis í stríð við eina samtykt, sum flokkurin gjørdi á landsfundi seinasta heyst. Tá varð avgjørt, at øll skulu sleppa at siga sína hugsan, bæði tey, sum taka undir við evruni og tey, sum eru ímóti.
Eygleiðarar í Stockholm halda, at tað er ein blaðgrein hjá Leif Pagrotsky, vinnumálaráðharra, sum hevur fingið forsætisráð-harran at taka tað óvæntaða stigið. Ráðharrin hevur alment sagt seg vera ímóti felags gjaldoyranum, og í greinini ávaraði hann um, at evran fer at elva til óneyðugt arbeiðsloysi í Svøríki.