Mótstøðan verður funnin

Á miðdegi fríggjadagin verður lutur kastaður um, hvørji mótstøðulið HB, NSÍ og KÍ fáa í Europa seinni í ár

Fótbóltur

Tað verður við ikki sørt av spenningini, at umboðini hjá HB, NSÍ og KÍ fara til Nyon, har lutakastið til komandi europeisku fótbóltskappingarnar verður avgreitt.
Serliga hjá meistaraliðnum er talan um munandi peningaupphæddir, sum kunnu vinnast, bara við at vera við í kappingini. Men henda upphædd kann gerast nógv størri, um tað eisini eydnast føroysku umboðunum at vinna seg víðari í kappingini. Enn er hetta bert hent ta einu ferðina, tá ein lettiskur flúgvari ikki fekk sett seg í Vágum, soleiðis at HB kom víðari uttan at spæla heimadystin. Og hóast tey í havnarfelagnum vóru sannførd um, at tað tá hevði verið gjørligt at vunnið 1-0 tapið á útivølli aftur, so er enn einki føroyskt lið, sum hevur leikt seg víðari. Nærmast við hava tey bæði havnarfeløgini verið, men B36 gjørdist akkurát ov stutt í 1992 við samlaðum 1-2 tapi fyri Avenir Beggen úr Luxemburg, og eftir at HB í 1998 hevði vunnið 2-0 á heimavølli móti finska Vaasa, taptu teir útidystin við fýra málum móti ongum, so heldur ikki ta ferðina spurdist nakað burturúr.

Veldst um lutakastið
Hvussu verður hesaferð, er ilt at meta um, men tað skerst ikki burtur, at nógv veldst um lutakastið. Her er tað soleiðis, at liðini verða styrkismett undan lutakastinum. Føroysku liðini eru í niðasta bólkinum, og tí er ofta trupult at finna nakað yvirkomuligt mótstøðulið. Ikki minst tí fleiri av lutfalsliga nýggju eystureuropeisku londunum enn ikki hava vunnið sær nóg nógv stig til at koma úr undankappingarbólkunum, hóast tað ikki er nakað at ivast í, at styrkin hjá hesum er øgilig.
Lutakastið til kappingarnar verður sum sagt fríggjadagin á miðdegi, og eru føroysku umboðini Steinfinn Mittelstein og Birgir Enghamar fyri meistararnar úr HB. Jákup Mortensen fyri steypavinnararnar úr NSÍ og Karl Birgir Isaksen fyri KÍ, ið sum triðja liðið er við í europeiskum høpi. Gøtumenn eru í Inter-Toto kappingini, og spæla teir sín fyrsta dyst um vikuskifti á útivølli í Moldava.
Annars kann viðmerkjast, at heimadysturin hjá HB verður leiktur á Tórsvølli, meðan KÍ og NSÍ hava gjørt av, at teirra dystir verða leiktir á Svangaskarði.