Mótstøða móti útskeinking

Dánjal Petur Mariusarson
1. St. Georges Circus
London SE1 0AP

»Tað sum var høvðusargumentið fyri at eg ikki tók undir við hesum, tað var
tað, at hesin bygningurin hann liggur niðri á havnalagnum. Hann liggur millum
ein veg sum hevur tunga ferðslu, og ein veg omanfyri sum hevur nógva ferðslu. Eg meini tað, at við teimum funktiónum sum bleiv upplýst í umsóknini
skuldi vera á hesum staðnum, haldi eg ikki at tað er rætt at man fer at geva
tilsøgn á havnalagnum til eitt dansistað, eina café og til frítíðarítriv.?
Højgaard, Kári P, Dagur og Vika, SVF 4. mars 2004.«

Eitt skal tú eiga, Kári: Tað er, at argumentini hevur tú ongantíð havt við tær.
Men, ugga teg við kann tú, at tann gongubreytin neyvan er tín eina.
Hevði tú av illum grundgivið fyri mótstøðu tíni móti útskeinking í Runavík,
tí ætlaða hølið liggur ov nær bryggjukantinum, so var tað skilligt.
Men at geva nógvu ferðsluni skyldini, tað má metast sum eitt sjálvmál.
Runavík 0 - 1 Tórshavn.