Løgmaður sigur í kæruni til løgtingsins formansskap, at tað er greitt, at upplýsingarnir, Heðin Mortensen gav Dimmalætting mikudagin, eru so mikið ítøkiligir, at trúnaðurin viðvíkjandi uppritinum og og tess viðgerð í grundregluni ikki er virdur.
Men fyri at varðveita góða samstarvið, sum higartil hevur verið millum Føroya Landsstýri og uttanlandsnevnd løgtingsins, heitir løgmaður á formansskapin um at taka stig til, at viðurskiftini verða fingin í rættlag.
Í kæruni vísir løgmaður á, at tað er fyri at tryggja viðgerðina í uttanlandsnevndini umframt at tryggja samráðingarstøðu Føroya í mun til Danmark, at landsstýrið hevur gjørt av at skølini í sambandi við viðgerðina og viðgerðin av sjálvum skjølunum, eigur at verða hildin í trúnaði.
Heðin Mortensen góðtekur ikki kæruna, og hevur hann latið málið til sakførara sín, sum hevur sent formansskapinum áheitan um, at Heðin Motensen skal sleppa til hoyring í formansskapinum hesm viðvíkjandi.










