Endamálið við uppskotinum er at broyta mótrokningina í fólkapensjónini hjá giftum, soleiðis at tað frameftir ikki verður mótroknað í inntøku hjá hjúnafelaga.
- Ætlanin við uppskotinum er ikki at leggja seg út í, hvørt pensjónistar velja at liva saman í hjúnalag ella ikki. Hinvegin er umráðandi, at tað ikki er ein ov stórur fíggjarligur bági, hjá pensjónisti at verða giftur, sigur Bjørn Kalsø.
Bjørn Kalsø leggur afturat, at uppskotið eigur at geva einum komandi landsstýrið íblástur at fara undir eina tilgongd, har lóggáva á øðrum økjum verður gjøgnumgingin, við tí fyri eyga, at lúka burtur fíggjarligar vansar, sum fólk renna seg í, um tey velja at liva saman í hjúnalagi.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Bjørn Kalsø:
»Endamálið við broytingini er at broyta mótrokningina í fólkapensjónini hjá gifum soleiðis, at tað frameftir ikki verður mótroknað í inntøku hjá hjúnafelaga.
Í eina tí hevur verið arbeitt við eini umfatandi pensjónsnýskipan. Nakað hevur verið gjørt burturúr, at breið politisk semja er um ætlaðu broytingarnar í nýskipanini. Men seinni hevur tað víst seg, at politikarar úr øllum flokkum ikki heilt kenna seg aftur í semjuni.
Tað hevur ivaleyst verið størsta orsøkin til, at nýskipanin ongantíð kom aftur úr nevndini, eftir at hon varð løgd fyri Løgtingið í vár. Landsstýrið er heldur ikki komið aftur í Løgtingið við málinum, hóast hópur av øðrum málum, ið fullu burtur í undanfarnu tingsetu, eru løgd fyri tingið.
Hóast semja ikki hevur verið um samlaðu pensjónsnýskipanina, so eru kortini tættir í uppskotinum, sum breið semja hevur verið um.
Eitt nú hevur full semja verið um, at galdandi mótrokning í fólkapensjónini millum hjúnafelagar eigur at verða avtikin.
Tað er sæð í hesum ljósi, at uppskotið verður lagt fram nú«.