Tvískattaavtalurnar skulu tryggja, at ongin inntøka verður skattað meira enn einaferð, tá løntakarin fer i annað land at arbeiða.
Í Føroyum hava vit í útgangsstøðinum tað, ið verður nevnt globalmeginreglan. Hon fyriskrivar, at persónar, sum eru skattskyldugir í Føroyum, skulu geva alla sína skattskyldugu inntøku upp í Føroyum, sama um hon er forvunnin í Føroyum ella uttanlands.
Er skattur frammanundan eisini goldin í landinum, har arbeitt verður, verður hesin so mótroknaður í endaligu uppgerðini í Føroyum, um londini bæði hava gjørt eina tvískattaavtalu.
Mótrokningin – linkingin – verður gjørd á tann hátt, at frádráttur verður latin í føroyska skattinum.
Hetta verður í høvuðsheitum gjørt eftir tveimum ymiskum hættum – kredittháttinum ella eksemptionháttinum.
Kreditthátturin
Eftir kredittháttinum verður øll inntøkan, sama um hon er forvunnin í Føroyum ella uttanlands, tald við í føroysku skattauppgerðini. Skatturin verður so útroknaður eftir føroysku satsunum, men síðani verður skatturin, sum í krónum og oyrum er goldin uttanlands, drigin frá aftur. Hetta merkir, at um føroysai skattaprosentið er hægri enn í hinum landinum, so verður munurin kravdur inn í Føroyum – og øvugt.
Kreditthátturin verður millum annað nýttur í tvískattasáttmálanum millum Føroyar og Grønland.
Í norðurlendska tvískattasáttmálanum, har Føroyar eru við sum partur av danska ríkinum, men ikki Grønland, er ásett, at Føroyar skulu nýta eksemption-háttin. Hini sáttmálalondini eru Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland.
Eksemptionhátturin
Eftir eksemptionháttinum verður roknað á sama hátt sum eftir kredittháttinum, men her verður føroyska skattavirðið av útlendsku inntøkuni drigið frá í endaliga roknistykkinum, sama hvat í veruleikanum er goldið í skatti í hinum landinum.
Hetta er orsøkin til, at til dømis føroyingar, sum arbeiða í Noregi, sleppa bíligari í skatti enn her. Noreg hevur nevniliga lægri skatt enn Føroyar, og eftir eksemptionháttinum verður atlit ikki tikið til munin, tá mótroknað verður. Varð kreditthátturin hinvegin nýttur her, so skuldu føroyingar, ið arbeiða í Noregi, rinda munin millum føroyska og norska skattin í Føroyum.
Í døminum niðanfyri (kelda: Vinnuhúsið) sæst týðuliga, hvørja ávirkan lægri norski skatturin saman við eksemption-mótrokningarháttinum hevur á nettolønina hjá føroyingum, ið arbeiða í Noregi:
Arbeiði í Noregi:
Mánaðarløn
25.000
29.167
33.33
Skattur og sosial gjøld
5.844
7.288
8.732
Netto eftir
19.156
21.878
24.601
Arbeiði í Føroyum:
Mánaðarløn
25.000
29.167
33.333
Skattur og sosial gjøld
9.754
11.622
13.494
Netto eftir
15.246
17.544
19.839