Ferjan ?Peter Wessel? er nógv seinkað eftir tann lítla eldin í maskinrúminum í morgun.
?Peter Wessel? var einar 12 fjórðingar úr Hirtshals, tá eldur kom í eina eltalvu í maskinrúminum í morgun.
Kortini verður ferjan ikki í Frederikshavn fyrr enn eina ferð í nátt, tí sambært donsku bjargingartænastuni skal ferjan togast til lands.
346 ferðafólk eru umborð á ?Peter Wessel?, og tey fáa ókeypis hotelluppihald, tá tey sleppa í land, sigur reiðaríið Color Line.