Mótmæltu í tøgn á Vaglinum

Í dag klokkan 13 varð skipað fyri mótmælistiltaki á Vaglinum í Havn í sambandi við dómin, ein maður fekk í vikuni fyri kynsligan ágang ímóti bøtnum.

Tað eru felagsskapirnir Verjið børnini og Steðgið pedofili í Føroyum, sum skipaðu fyri, og tað gera tey, tí at tey vilja ikki, at hesin dómurin skal fara aftur við borðinum óátalaður.

Eftir páskir verður skipað fyri mótmælisgongu í sambandi við dómin, sum tey halda vera alt ov linan.

Nógv fólk var á Vaglinum til friðarliga mótmælistiltakið, har mótmælt varð í tøgn eins og til jarðarferð. Eisini vórðu smá føroysk fløgg, har skrivað var SOS á, sett á Tinghúsvøllin. – Endamálið er at vísa samkenslu og virðing fyri øllum børnum í Føroyum, sum hava borið upp á drepandi tøgnina – og enn gera tað – um kynsligan ágang.

– Komið og minnið land okkara á hesa drepandi tøgn, siga fyrireikararnir.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##