Fleiri hundrað fólk komu í gjár saman í írska høvuðsstaðnum Dublin at mótmæla, at franski forsetin, Nicolas Sarkozy, var komin hagar. Frakland hevur í løtuni formansskapin í ES, og nógvir írar tulka vitjanina hjá franska forsetanum sum eina roynd at leggja trýst á írar fyri at fáa teir at goðtaka Lissabon-sáttmálan, sum írar vrakaðu á fólkaatvkøðu herfyri. Tá Sarkozy kom til stjórnarhúsini at tosa við Brian Cowen, forsætisráðharra, róptu mótmælisfólk "Nei er nei". Sjálvur hevur Sarkozy sagt, at hann ætlar sær ikki at ávirka írar, men at hann ætlar sær at lurta eftir teimum.