Mótmæltu krígsætlan

Bæði í USA og í Evropa gingu túsundtals fólk mótmælisgongu um vikuskiftið ímóti hóttanini um kríggj við Irak

"Bush drápsmaður", "Nei til kríggj" og annað stóð at lesa á skeltum, sum fleiri túsund mótmælisfólk høvdu við sær, tá tey gingu í gøtunum í fleiri stórbýum í Bretlandi, Belgia, Spania, Turkalandi og USA um viksukiftið.
Uttan fyri høvuðsstøðina hjá bretsku herleiðsluni komu nógv fólk saman at mótmæla krígsætlanini. Tá nøkur av mótmælisfólkunum royndu at leinkja seg til girðingina kring høvuðsstøðina, legði løgreglan uppí, og umleið 50 mótmælisfólk vórðu tikin.
Sunnunáttina vóru fleiri mótmælisgongur í amerikanskum býum, har fólk mótmæltu ætlanini hjá stjórnini at leypa á Irak.