Mótmæltu kemiskari mjólk

Kvinnur, sum eru við barn, mótmæltu í farnu viku, at tað verða latin kemisk evni í móðirmjólkarlíki, sum verða framleidd og seld í Europa.

Týskland forðaði hendan dagin fyri, at ES fór undir at kanna og skráseta tey kemisku evnini, sum verða latin út í hetta mjólkarlíki. Tað kann kosta framleiðarunum milliardir av evrum, um øll evni skulu skrásetast og kannast. Mynd: Scanpix