Mótmæltu ikki samkyndum

Hóast 150.000 fraklendingar sunnudagin gingu mótmælisgongu í París ímóti nýggju lógini, sum loyvir samkyndum at ganga saman í hjúnalag, var boðskapurin hjá mótmælisfólkunum ikki eitt mótmæli ímóti samkyndum.

– Tað eru ikki fleiri fraklendingar, sum eru ímóti, at samkynd sleppa at giftast, enn tað eru danskarar, sum eru tað, sigur Jørn Boisen, granskari við universitetið í Kjøpinhavn.

Hann vísir á, at í staðin er nýggja lógin blivin eitt høvi, sum bæði borgarlig, katolikkar og høgravíðgongd kunnu brúka, tá tey annars bara sum heild vilja mótmæla politikkinum hjá stjórnini.

– Hetta er nakað tað sama sum Tea Party-rørslan í USA, har ein bólkur av høgravíðgongdum støðugt roynir at gera sær dælt av konserativum tankum um familjuvirði, sigur Boisen.