Mótmælistiltøk um alt Russland

Nógvir túsund russar vóru í dag við í mótmælistiltøkum ímóti stýrinum hjá Vladimir Putin, forsætisráðharra. Úr Kaliningrad fyri vestan til Vladivostok fyri eystan mótmæltu fólk við herrópum sum "Svikarar og tjóvar" og "Rotturnar mugu beinast burtur".

Myndugleikarnir høvdu sent umleið 50.000 løgreglumenn og hermenn at halda skil á, men teir løgdu ikki uppí.

Russisku myndugleikarnir søgdu, at umleið 30.000 fólk vóru við í mótmælistiltakinum í Moskva, men talsfólk fyri tey mótmælandi siga, at bara í høvuðsstaðnum mótmæltu meiri enn 100.000 fólk við kravi um, at úrslitið av valinum seinasta sunnudag verður ógildað, og at umval verður.