Mótmælistiltøk skulu fráboðast

Meðan løgtingsfundur var í morgun, vóru fleiri fakfelagslimir, limir í ungmannafeløgum og pensionistar í tingsalinum, í gongini og í túninum.

Tey trampaðu innandura, og uttan fyri skramblaðu tey við blikkum og grýtulokum, so torført var stundum at hoyra, hvat sagt varð av tingsins røðarapalli.

Tiltakið varð ikki fráboðað politinum frammanundan, og tí var tað ólógligt.

Hevði nakað hent, hevði politið, sum fleiri ferðir koyrdi eftir tinghúsvenum, lagt uppí. Men politistarnir lótu sum einki, tí mótmælisfólkini gjørdu einki um seg. Men hevði løgtingið ringt til politiið, hevði verið neyðugt at steðga tiltakinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn