Men sæð burtur frá tí, so eri eg samdur í, at arbeiðið kundi verið betur skipað, hóast løgmaður neyvan er tann rætti at senda klaguna til.
Men hví er støðan, sum hon er?
CHE samgongan
Aftan á valið í januar, fingu vit eina nýggja samgongu, sum ongantíð fekst at virka.
Semja var ikki um býtið av málsøkjum.
Semja var ikki um fíggjarlógina.
Semja var ikki um fiskivinnupolitikkin (kabinetspurningin).
Semja var ikki um tunlar.
Semja var ikki um blokkstuðulin o.s.fr.
Tinglimir í CHE kallaðu sjálvir politikkin fyri “kaos kontroll”.
Allur hesin ruðuleikin endaði við teirri pínligu “lásagøluni”, sum var ein stór vanæra fyri alt tað føroyska samfelagið.
ABC samgongan
Úr øskuni av CHE ruðuleikanum, reisti seg ein nýggj samgonga, ABC. Samgonguskjalið varð undirskrivað tann 25. september, og dagin eftir blivu landsstýrisfólkini vald. Longu fyrsta dagin í sessinum, skuldi nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggja uppskot fyri tingið um fíggjarlóg fyri 2009. Til samanberingar kann nevnast, at CHE samgongan brúkti heilar 80 dagar um at fáa sítt uppskot til fíggjarlóg fyri tingið.
Henda avmarkaða tíðin hevur sjálvsagt sett stór krøv til samgonguna, men sum heild hevur arbeiðið gingið væl – serliga um vit samanbera við arbeiðslagið hjá undanfarnu CHE samgonguni.
Eitt róp frá síðulinjuni
Tað tykist rættiliga løgið, at somu flokkar og persónar, sum umboðaðu CHE ruðuleikan, nú standa á síðulinjuni og fýlast á arbeiðslagið hjá ABC. Munnu tey halda, at føroyingar longu hava gloymt tað sum hendi frá januar til september í ár? – Ella hava tey kanska sjálvi gloymt tað? Og hví taka tey nú so synd í pensjónistunum? Munnu tey halda, at pensjónistarnir hava gloymt, at CHE samgongan ætlaði at lækka inntøkurnar hjá landskassanum uppaftur meira í 2009?
Andstøðuflokkarnir eiga at vita, at pensjónistarnir eru ikki hvør sum helst. Talan er um persónar við longum lívsroyndum, sum bæði hava uppliva góðar og ringar tíðir. Tað nyttar lítið at fyrigykla teimum, at tað ber til at lækka inntøkurnar, uttan at tey veikastu í samfelagnum merkja tað. – Og tað er millum annað tað, sum tey merkja nú.









