Mótmælisskriv frá lesandi

Fyri aðru ferð í ár vil Mentamálaráðið skerja lestrarstuðulin.

Í mars í ár vóru vit vitni til fleiri skerjingar, sum serliga raktu lesandi í Føroyum. Nú hevur Mentamálaráðið aftur gjørt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul. Ætlaðu skerjingarnar í hesum uppskoti fara ikki bara at merkjast hjá teimum, sum lesa í Føroyum, men í stóran mun tey, sum leita sær út um Norðurlond at nema sær útbúgving.

Vit mótmæla, at ÚSUN-stuðulin skal skerjast frá 120.000 kr. árliga niður í 80.000 kr. Ein lækking av ÚSUN hevði havt við sær stóra ávirkan á fakliga tilfeingið í Føroyum, tí færri føroyingar fara at leita sær út um Norðurlond at útbúgva seg, og fakliga fjølbroytni fer at minka. Hetta er ein beinleiðis andsøgn mótvegis nútíðar samfelags og politisku eggjanini um, at ung í Føroyum skulu fara í onnur lond og venda heim aftur við nýggjari vitan og fjølbroyttum royndum.

Vit mótmæla, at tey, sum longu fáa ÚSUN missa stuðulin. Fylgirnar kunnu verða, at lesandi ikki hava møguleika at gjøgnumføra byrjaða útbúgving, tí fíggjarligu fortreytirnar verða broyttar so nógv, at tað ikki longur fer at bera til hjá teimum at halda fram.

Vit mótmæla, tí færri helst fara at taka eina master útbúgving. Sum dømi kann nevnast, at lesandi í Skotlandi fáa pening frá SAAS í fýra ár. Ynskja tey síðani at taka eina master útbúgving, sum í flestu førum tekur eitt til tvey ár, hava tey stóran tørv á núverandi ÚSUN-stuðulinum. Flestu útbúgvingarnar kosta væl omanfyri 80.000 krónur.

Vit mótmæla, at ÚS ikki verður prístalsjavnaður aftur komandi lestrarár. Vit vóru vitni til somu skerjing fyrr í ár, har vit somuleiðis mótmæltu við teimum grundgevingum, at hetta lættliga kundi gerast ein endurtøka, sum vit síggja úrslitið av í hesum uppskotinum. Lesandi í Føroyum verða við ætlaðu skerjing sett í eina tronga støðu, tí livikostnaðurin í samfelagnum stendur ikki í stað.

Tað verða áhaldandi gjørdar samanlíkningar millum føroyskan lestrarstuðul og tilsvarandi stuðul í
hinum Norðurlondum. Hetta er ikki rímiligt. Londini, samanborðið verður við, hava eitt sera gott og
breitt útbúgvingartilboð, sum ikki kann samanberast við útbúgvingartilboðið í Føroyum. Tá
møguleikarnir eru so avmarkaðir í Føroyum, er tað av alstórum týdningi at veita so góðar stuðulsmøguleikar sum gjørligt, so at føroyska samfelagið fær væl útbúgvið fólk innan øll øki. Umframt at hava so nógvar útbúgvingarmøguleikar sum til ber her heima. Samanberingarnar taka ikki hædd fyri kostnaðarstøði og møguleikum hjá lesandi annars.

Um endamálið er, at allir føroyingar skulu fara uttanlands at lesa, men tó ikki út um Norðurlond, er fínt at skerja stuðulin. Vilja vit hin vegin, at føroyingar skulu støðast í Føroyum og fáa sær útbúgving her, fara uttanlands í eitt tíðarskeið fyri at økja um vitan og fjølbroytni í hesum landi skal raðfestast øðrvísi.

Meginfelag Føroyskra Studenta og ráð teirra lesandi á øllum deildunum á Fróðskaparsetri Føroya og á Vinnuháskúlanum hava í viðmerkingum til MMR mótmælt ætlaðu skerjingarnar. Skerjingarnar eru ikki í tráð við útsagnirnar, sum koma frá løgtingsins røðarapalli og landsins hægstu myndugleikum, sum siga seg raðfesta útbúgving og gransking fyri at Føroyar skulu gerast eitt framkomið vitanarsamfelag.

Meginfelag Føroyskra Studenta og ráð teirra lesandi á Føroya Sjúkrarøktarfrøðiskúla,
Føroya Læraraskúla,
Søgu- og Samfelagsdeildini,
Føroyamálsdeildini,
Náttúruvísindadeildini og
Vinnuháskúlanum


Tórshavn 15. oktober 2009