Mótmælismenn deyðadømdir

Í Kina hevur ein dómstólur felt dóm í málinum ímóti tveimum monnum, sum rendu ein ruskbil inn í eitt fylgi av løgreglumonnum, sum vandu í býnum Kashgar fyri fýra mánaðum síðani. Atsóknin kostaði 17 løgreglumonnum lívið, og 15 fingu skaða. Dómstólurin var eisini eirindaleysur og dømdi báðar menninar til deyða, skrivar AP.

Kashgar er í landspartinum Xinjiang, og har hava leingi verið vápnaðir samanbrestir millum víðgongdar muslimar og kinesisku myndugleikarnar.

Uighur-minnilutin, sum býr í landspartinum, vil vera við, at kinesisku myndugleikarnir kúga tey, og at tey tí seta seg upp ímóti teimum. Myndugleikarnir siga harafturímóti, at tað eru yvirgangsmenn, sum herurin og løgreglan stríðast við.