Mótmælisgonga í Havn í morgin

Ein stórur meiriluti av portørunum í føroyska heilsuverkinum hótta við at leggja arbeiðið niður, fáa teir ikki sín vilja Fyrrapartin í morgin verður mótmælisgonga í Havn.

Tað eru portørar í føroyska heilsuverkinum, sum í morgin fara at gera vart við sína ónøgd.

Og ónøgdin er so stór, at fáa teir ikki sín vilja, hava teir hótt við at leggja arbeiðið niður.

Portørarnir í heilsuverkinum ganga í tvíningum eftir at ein stórur meiriluti av teimum rýmdi úr Havnar Arbeiðsmannafelag og meldaði seg inn í Starvsmannafelagið.

Men Havnar Arbeiðsmannafelag er ikki sinnað at geva samráðingarrættin frá sær og lata Starvsmannafelagið samráðast um nýggjan sáttmála fyri portørarnar.

Tí boðaði Starvsmannafelagið herfyri frá, at fær felagið ikki samráðingarrættin, tá ið nýggjur sáttmáli skal gerast, fara teir portørar, sum eru limir í starvsmannafelagnum, at leggja arbeiðið niður.

- Nú hava vit frætt, at fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag eru farin at samráðast um nýggjan sáttmála fyri allar portørarnar, eisini teir, sum eru limir í Starvsmannafelagnum, sigur Ásbjørn Knudsen, sum er talsmaður hjá portørunum í Starvsmannafelagnum.

Hann sigur, at av teimum umleið 50 portørunum í landinum, eru yvir 40 farnir í Starvsmannafelagið.

Tí hava portørarnir í Starvsmannafelagnum havt fund í kvøld og har var avrátt at fara mótmælisgongu fyrrapartin í morgin.

Men tað vera bara teir portørar, sum hava frí, sum fara í mótmælisgongu, tí hetta er eitt tiltak, sum borgarin onki skal merkja til, sigur talsmaðurin.

Ein møguleiki er at fara í mótmælisgongu í Løgtingið, men ein annar møguleiki er eisini at fara til landsstýrismannin í heilsumálum.

- Landsstýrismannin í fíggjarmálum nyttar ikki at fara til, tí vit hava fingið at vita, at hann er burturstaddur, sigur Ásbjørn Knudsen.

Hann sigur, at endamálið við tiltakinum er at gera politikararnar varugar við, hvør avleiðingin kann vera, sleppur Starvsmannafelagið ikki at samráðast um sáttmálan.

Her sipar hann til hóttanina um arbeiðssteðg.

- Men tað er ein støða, sum vit fyri alt í verðini vilja sleppa undan og tí vilja vit fáa politikararnar á tal í morgin, sigur hann.

Fíggjarmálaráðið hevur fyrr boðað frá, at tað samráðist undir ongum umstøðum við tvey feløg um sama sáttmálaøki og eftirsum tað er Havnar Arbeiðsmananfelag, sum søguliga eigur sáttmálaøkið, er lítil sannlíkindini fyri at broyta tað, so leingi portørar enn eru limir í Havnar Arbeiðsmannafelag.

-