Nógv fólk eru farin til Íslands at mótmæla einari ætlan um at byggja eina risasóra byrging, sum skal veita elorku til eitt virki, ið skal bræða aluminium. Fleiri hava valt at ferðast við Norrønu.
Íslendska stjórnin og amerikanska fyritøkan Alcoa ætla at byggja byrgingina í einum dali á Norðurlandinum, har ein av teimum stóru jøkulsáunum rennur. Byrgingin skal brúkast til eitt orkuverk, sum skal veita elorku til eitt bræðingarvirki, sum amerikanska aluminiumsfyritøkan ætlar at byggja.
Umhvørvisfólk eru í øðini inn á ætlanina, og tey hava sett sær fyri at steðga henni. Millum annað verður skipað fyri einari stórari tónleikalegu í dalinum. Nógvir útlendingar eru farnir til Íslands at taka lut í mótmælinum, og Shetland Times skrivar, at fleiri av mótmælisfólkunum hava valt at ferðast til Íslands við Norrønu.
Skristovan hjá Smyril Line í Lerwick sigur við hetlendska blaðið, at tey hava avgreitt minst 50 fólk, sum eru farin við Norrønu til Íslands at mótmæla.