Russiska løgreglan hevur tikið fleiri fólk, sum gingu mótmælisgongu í Moskva í dag. Nøkur av teimum tiknu høvdu eitt hvítt band, sum er vorðið eyðkennið hjá mótmælisrørsluni, sum hevur skipað fyri fleiri mótmælistiltøkum síðani tjóðartingsvalið. Tey mótmælandi halda uppá, at myndugleikarnir svikaðu við valúrslitinum, og tey hava tí kravt umval. Men hesum hevur Vladimir Putin, forsætisráðharri, víst aftur.
Í nýggjársrøðuni, sum Putin helt seinnapartin, nam hann við tey politisku mótmælini, sum hann segði vera ein prís fyri demokrati, sum ikki slepst undan.
Putin hevur boðað frá, at hann stillar upp til forsetavalið, sum verður í mars, og hóast flokkur hansara fekk munandi færri atkvøður á seinasta tjóðartingsvalinum enn fyrr, er eingin ivi um, at Putin fer at vinna forsetavalið.