Mótmælisfólk tikin

Kanadiska politiið hevur skuldsett trý mótmælisfólk eftir anti-olympiska mótmælisátakið í Vancouver leygardagin. Ein 22 ára gamal amerikanari er skuldsettur fyri at bera eitt vandamikið vápn, meðan tvær kvinnur úr Vancouver, 18 og 23 ára gamlar, eru skuldsettar fyri harðskap ímóti tænastufólki. Mótmælisátakið hevði millum annað við sær, at fleiri handilsvindeygu og bilar í olympiska vertsbýnum fingu stóran skaða. Upprunaliga blivu sjey fólk handtikin í ófriðinum.