Tíðindablaðið Sosialurin skrivar 10. september 1985 um eina vitjan hjá danska verjumálaráðharranum Hans Engell, sum førdi til fleiri mótmæli.
Blaðið skrivar tann 5. september, at Hans Engell kom við rutuflogfarinum í gjár. Hann kom til Havnar við danska verjuskipinum og hevði fund við Ríkisumboðið og við landsstýrið, umframt at hann eisini vitjaði í Mjørkadali.
Í sambandi við vitjanina skipaði 14.September-bólkurin fyri mótmælisfundi í Tinganesi. Røðarar vóru Jóanes Nielsen og Árni Dahl. Eisini varð ein yvirlýsing í blaðnum frá Fríu Føroyum, sum átalaði at landsstýrið tók ímóti danska krígsmálaráðharranum, sum hann varð nevndur í yvirlýsingini.
Tá verjumálaráðharrin skuldi hitta landsstýrisfólkini, varð hann forðaður av mótmælisfólki. Fundurin varð tí fluttur til ein annan bygning hjá landsstýrinum.