Mótmælisfólk doyðu eftir samanbrest við løgreglu í India

Indiska stjórnin hevur skapt vreiði við ætlanum um nýggja ríkisborgararalóg. Tvey mótmælisfólk doyðu í dag.

Tvey mótmælisfólk í India doyðu seinnapartin eftir ógvusligan samanbrest við løgreglu í býnum Mangalore.

Tað váttar ein høgur embætismaður sambært AFP. Deyðsorsøkin er ókend, verður sagt.

Tyrr í dag lat løgreglan skot av ímóti umleið 200 mótmælisfólkum, sum noktaðu at steðga mótmælunum.

Mótmælini komu í kjalarførrinum av ríkisborgaralóg, sum verður løgd undir at útiloka muslimska minnilutan í landinum.

Uppreisturin í India hevur kravt fleiri lív. Leygardagin vórðu fimm fólk dripin í indiska landslutinum Assam í ófriðinum.

Tað er heldur ikki fyrstu ferð, at løgreglaní India tekur til vápn ímóti mótmælisfólki. Síðsta hósdag í síðstu viku lat løgreglan eisini skot av ímóti mótmælisfólki. Har doyðu tvey fólk.

Løgreglan hevur harumframt brúkt vatnkanónir og táragas ímóti mótmælisrørsluni.

Lógin letur upp fyri, at ríkisborgaraskapur kann latast buddistum, kristnum, hinduum og sikhum, sum til dømis flýggja úr Pakistan, bangladesh og AFghanistan. Men tað geldur ikki fyri muslimar.

Islamskir bólkar, andstøðupolitikarar og mannarættindabólkar siga, at nýggja lógin er ein liður í hundu-nationalistku ætlanunum hjá Narendra Modis, forsætisráðharra, um at marginalisera 200 milliónir muslimar.

Narendra Modi, forsætisráðharri, sum umboðar hindu-nationalistiska flokkin, vísir hesum skuldsetingum aftur um at marginalisera muslimska minnilutan.

Tað er ikki greitt um umstrídda lógin verður góðtikin í hægstarætti. Muslimski felagsskapurin hevur kært lógina til hægstarætt. Tey halda, at hon er stríð við grundlógina.

Mikudagin varð viðgerðin av lógini við hægstarætt útsett il 22. januar.

 

/ritzau/