Mótmælir skerjing av nýggju Hestsrutuni

Fólk á Hesti eru ikki nøgd við nýggju ferðaætlanina hjá Teistanum, og tí hava tey fingið borgarstjóran í Havn at senda kæru til formannin í Strandferðsluni og landsstýrismannin í samferðslumálum.

Í gjár lýsti Strandfaraskip Landsins við broyttari ferðaætlan fyri siglingina hjá Teistanum av Gomlurætt til Skopunarfjørð. Hetta hevur fingið ilt í bæði Brand Sandoy og Páll á Reynatúgvu, men tað eru ikki bert tey á Sandoynni, ið eru ónøgd við nýggju ferðaætlanina.

 

Í dag hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nevniliga sent kæru til Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni, og Henrik Old, ið er landsstýrismaður í samferðslumálum. Orsøkin er, at nýggja ferðaætlanin eisini viknar um sambandið til Hestoynna.

 

Bygdarfelagið í Hesti hevur sent Heðini Mortensen eitt mótmælisskriv, sum Heðin Mortensen hevur avritað og sent stjóranum á Strandferðsluni og landsstýrismanninum í samferðslumálum. 

 

Í tíðindaskrivi, sum Tórshavnar Kommuna hevur sent fjølmiðlunum, stendur soleiðis at lesa:

 

Felagið metir, at ferðasambandið er ov vánaligt og ikki nøktandi fyri hestsfólk og onnur ferðafólk. Við nýggju ferðaætlanini verður truplari at virka í oynni, sjúkraflutningur verður torførari og hetta rakar landbúnað, ferðavinnu og annað arbeiði í oynni hart.

 

- Longu fleiri ár áðrenn Sandoyartunnilin kemur igjøgnum og almenna siglingin út í Hest harvið verður niðurløgd, verður Hestsleiðin skorin so inn á bein, at livandi verður ikki í oynni, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

- Hópur av fólki royna at halda lív í oynni og skapa ymsa vinnu. Og undir ongum umstøðum eigur tað almenna at ganga undan at avfólka bygdina. Tí er tað so ómetaliga einfalt – skulu fólk fáast at búgva fast í oynni, so er trupuleikin stórt sæð loystur við tilkallingini.

 

- Bygdin fekk fyri nøkrum árum síðan heiðurin sum Føroya best røkta bygd. Hvørt einasta tún er asfalterað. Vøkru steinlaðingarnar við malargróti eru víða kendar. Her er sjáldsama reint og vakurt. Og hóast fá eru fastbúgvandi, so hava sera mong tilknýti til oynna, m.a. til landbúnaðin. Og her er stórt virksemi summarhálvuna.

 

- Fyri bygdarfólkið er als ongin ivi um, hvat skal til. Tað er møguleikin fyri tilkalling. Tað merkir stutt og greitt, at til ber at fáa Teistan út, tá tørvur er á honum. Tí er tað so ómetaliga einfalt – skulu fólkini fáast at búgva fast í oynni, so er trupuleikin stórt sæð loystur við tilkallingini.

 

- Fyri stuttum var felagsfundur úti í Tinganesi við landsstýrið um hesi viðurskifti. Men hetta var als ikki niðurstøðan av tí fundinum - og als ikki tað, vit vórðu samd um. Tórshavnar kommuna fer als ikki at góðtaka hesa skerjing av siglingini út í Hest, sum frammanundan hevur alt ov fáar túrar.

 

- Eg fari tí at heita á bæði Strandferðsluna og landsstýrisamannin í ferðslumálum, um skjótast at finna eina loysn, áðrenn oyggin verður fullkomiliga manntóm, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, m.a. í kæruni.