Eiðis kommuna mótmælir harðliga ætlanini hjá Føroya Banka at lata deildina á Eiði aftur og heitir staðiliga á stjórar bankans um at umhugsa avgerðina av nýggjum Tordur J. Niclasen, borgarstjóri í Eiðis kommunu, hevur kommunurnar vegna sent stjórunum í Føroya Banka eitt mótmælisskriv um ætlaninar at lata bankadeildina á Eiði aftur.
- Tað harmar okkum almikið, at ætlan tykkara er at lata deildina á Eiði aftur frá ársbyrjan 2008. Henda avgerð tykkara kemur uttan iva mongum íbúgvum í Eiðis kommunu illa við ? og serliga teimum, sum ikki hava lagt seg eftir at nýta heimagreiðsluna.
Í mótmælisskrivinum sigur borgarstjórin seg ásanna, at ætlanin hjá Føroya Banka er eitt framhald av tí ?miðsavningarráki?, ið hevur gjørt seg galdandi kring landið tey seinnu árini.
- Vit vilja tí harðliga mótmæla hesi ætlan tykkara og heita staðiliga á Føroya Banka um at umhugsa hesa avgerð av nýggjum, sigur Tordur J. Niclasen, borgarstjóri.
Mótmælisskrivið er stílað til stjórarnar í Føroya Banka í Húsagøtu 3 í Havn.