Mótmælini streyma inn

Tað er einki at taka seg aftur í, at landsstýriskvinnan í Almannamálum, Rósa Samuelsen, rættiliga hevur verið í andglettinum seinastu tíðina, og í morgun fekk hon so handað eitt mótmælisskriv, hvørs undirskriftir eru savnaðar á Facebook

Tað eru tær báðar, Eyð Matras og Jóna Mortensen, sum hvør í sínum lag hava stovna bólkar á Facebook at mótmæla ætlaðu hækkingunum av húsaleigini hjá fólkum, ið búgva á sambýlum.
Mótmælisbólkarnir á Facebook hava ávikavist 4.000 og 2.500 limir, men tað er ikki kanna eftir, um fólk ganga aftur í báðum bólkunum. Í hvussu er telja mótmælini í minsta lagi 4.000 fólk.
- Tað er sjónvarpssendingin, har tosað var við fólk á einum sambýli, ið heilt greitt fekk meg at reagera. Eg skivaði so eitt leswarabræv, og samstundis stovnaði eg ein bólk á Facebook fyri at vita, hvat fólk yvirhøvur hildu um hesar ætlanirnar at hækka húsaleiguna við 2000 krónum um mánaðin hjá fólki á sambýlum, sigur Jóna Mortensen.
Hon heldur, at tað er mannminkandi, at fólk, sum í hesum førinum, noyðast at sita og forklára, hví tey hava brúk fyri hesum 2000 krónunum til onnur endamál.
Jóna Mortensen viðgongur, at tað kanska kann virka eitt sindur lættkeypt og oppurtunistiskt, bara at stovna ein bólk á Facebook.
- Eg skrivaði jú eisini eitt lesarabræv, men slík hava ikki so stóra ávirkan, og Facebook var jú ein upplagdur møguleiki, so tað royndi eg, sigur Jóna Mortensen.
Tað vísti seg so eisini, at Eyð Matras hevði stovnað ein líknandi bólk, og tær gjørdu tí av av sláa seg saman um hesi mótmælini.

Altíð tey gomlu
Jóna Mortensen heldur, at tað virkar sum um tað altíð skal ganga út yvir tey gomlu, tá sparast skal.
- Eg haldi tað vera líkamikið, um hesi framvegis hava nøkur oyru eftir, tá húsaleigan er hækkað. Fyri mær tykist tað, sum tað altíð eru tey gomlu, sum skulu kanøflast, sigur Jóna Mortensen.
Hon sigur seg vera ovfarna av øllum reaktiónunum, sum bólkurin hevur orsakað.
Tað hava 4.000 fólk sagt sína meining á bólkinum, og hetta er hent eftir bara 48 tímum, sigur Jóna Mortensen.
Hon sigur, at tað sjálvandi kann virka rímiligt, at sparingar verða gjørdar har, tær raka minst, men hinvegin heldur hon ikki, at tað er neyðugt at finna pengarnar á eldraøkinum.
- Tað er sjálvandi ikki mín uppgáva at siga, hvar sparast skal, men eg haldi, at Jóannes Eidesgaard og Rósa Samuelsen kundu funnið pengarnar okkurt annað stað, sigur Jóna Mortensen.
Rósa Samuelsen hevur staðið stinn við sítt í øllum meldrinum, sum hevur staðist av ætlaðu sparingunum, men tað tekur ikki pippið frá Jónu Mortensen.
- Eg havi faktisk rættiliga góðar vónir um, at landsstýriskvinnan fer at skifta meining í hesum máli, tí eg rokni við, at hon í veruleikanum er munandi bleytari inna í, enn tann skjøldurin, hon hevur brynjað seg í, sigur Jóna Mortensen.