Havi fingið mangar lygisøgur omanyvir meg í mínum politiska virki, men hendan ber av øllum.
Eg havi hvørki gjørt meg inn á nakran ella nakað í Tinganesi.
Var uppringdur av blaðmanni á Sosialinum í dag og segði, at eg greitt kundi afturvísa slatrisøgum um meg og sjálvandi ikki vildi gera aðrar viðmerkingar til slíkt. Kortini velur Sosialurin at prenta ósannindir og útspilling av mær á henda hátt og siterar meg fyri onga viðmerking at hava, og at eg hvørki vil vátta ella avsanna hesi ósonnu tíðindi.
Tí mundi eg satt at siga dottið uppeftir, tá eg í kvøld eftir ein strævnan arbeiðsdag lesi og hoyri tey ósannindi, sum omanfyrinevndu miðlar leggja meg undir vísandi til ónevndar keldur.
Her er talan um eitt nýtt lágmark í fjølmiðlaflutningi.
Hoyvík, 11. september 2008









