Mótmæli í Mongolia

Umleið 2.000 fólk gingu mánadagin mótmælisgongu í mongolska høvuðsstaðnum Utam Bator. Tey mótmæltu korrupsjón í almennu umsitingini og løgdu Nambaryan Enkhbayar, forseta undir at vera tanbn ringasta svikaran. Tí kravdu tey, at forsetin fer frá, og at tjóðartingið verður sent til hús.

-Nú er neyðugt við broytingum. Vit gerast fátækari fyri hvønn dag, sum fer, samstundis sum teir almennu rænastumenninir verða ríkari og ríkari. Nú má okkurt henda, stóð á flogseðlum, sum mótmælisfólkini høvdu við sær. Tey róptu eisini, at kollveltingin er byrjað, og at mongolska fólkið svøltar. Kortini var mótmælisgongan friðarlig.

Politiskur ruðuleiki hevur valdað í Mongolia, síðani ein av flokkunum tók seg burtur úr stjórnarsamgonguni í síðstu viku. Flokkurin vil vera við, at forsætisráðharrin hevur gjørt alt ov lítið fyri at fáa enda á korrupsjónini í almennu umsitingini og at loysa teir stóru trupulleikarnar av fátækradøminum í landinum.