Mótmæli

Starvsmannafelagið vil við hesum gera greitt, at vit harðliga mótmæla at ætlanir eru um, at Føroya Løgting skal leggja upp í sáttmálasamráðingarnar hjá Føroya Lærarafelag og soleiðis fáa ein enda á arbeiðssteðginum.

Løgtingið skal halda seg burtur frá sáttmálasamráðingum á arbeiðsmarknaðinum og undir ongum umstøðum leggja upp í hesar trætur. Løgtingið átti heldur at álagt fíggjarmálaráðharranum at fara undir veruligar samráðingar, soleiðis at ein endi fæst á ósemjuni. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Fíggjarmálastýrið ikki er sinnað at fara undir veruligar samráðingar, henda trupulleika kenna øll fakfeløg aftur.

Fíggjarmálastýrið heldur óiva at teir spara pening, tí ongar lønir verða útgoldnar, men veruleikin er, at áhaldandi stríðið á arbeiðsmarkn-aðinum kostar samfelagnum milliónir av krónum.

Starvsmannafelagið